Hjálp og stuðul (#13553)

O Tú Hvørs andlit er mið mínar dýrmetingar, Hvørs fagurleiki er mítt halgistað, Hvørs bústaður er mítt mál, Hvørs lovprísan er mín vón, Hvørs forsjón er mín felagi, Hvørs kærleiki er orsøk tilveru mínar, Hvørs nevning er mín troyst, Hvørs nærvera er mín tráan, Hvørs hjávera er mítt hægsta ynski og størsta stremban, eg bøni Teg um ikki at afturhalda frá mær teir lutir Tú ásetti fyri hini útvaldu millum tænarar Tínar. Búgv meg út, so, við tí góða av hesum heimi og av hinum næsta. Tú, sanniliga, ert Kongur yvir øllum monnum. Eingin Gud er uttan Tú, tann Ævinliga-Fyrigevandi, tann Mest Stórtøkni.

-Bahá'u'lláh
-----------------------

Hjálp og stuðul (#13554)

O Harri mín! Ger fagurleika Tín til føði mína, og nærveru Tína drykk mín, og fragd Tína vón mína, og lovprísan Tína gerning mín, og minning um Teg felaga mín, og mátt ræðis Tíns hjálp mína, og bústað Tín heim mítt, og býlisstað mítt tað sætið Tú hevur halgað frá avmarkingunum lagdar á tey ið eru útihýst sum av einum sløri frá Tær. Tú ert, sanniliga, tann Alvaldandi, tann Aldýrdarligi, tann Mest Máttugi.

-Bahá'u'lláh
-----------------------

